Bill Justinussen nýggjur næstformaður í Útnorðurráðnum

Bill Justinussen, løgtingsmaður, er valdur til formann fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum.  Eftir avtalu sínámillum tekur hann yvir starvið frá Henrik Old, løgtingsmanni, som hevur verið formaður síðan løgtingsvalið í oktober 2011.  Formaðurin í føroysku sendinevndini situr í formansskapinum í Útnorðurráðnum, og er Bill Justinussen tí næstformaður Útnorðurráðnum.

Í formansskapinum sita eisini Josef Motzfeldt, formaður, sum er formaður fyri Inatsisartut og Ólína Þorvarðardóttir, næstformaður, limur í Altinginum.

Bill Justinussen er limur í Løgtinginum fyri Miðflokkin.  Bill var landsstýrismaður í familju- og heilsumálum 2002-2004.  Hann hevur verið løgtingsmaður síðan 2004 og limur í Útnorðurráðnum síðan 2011.  Hann hevur verið limur í Fíggjarnevnd Løgtingsins síðan 2008, limur í Trivnaðarnevndini síðan 2011. Hann var formaður í Løgtingsins mentanarnevnd í 2008 og limur í skúlastýrinum fyri Runavíkar kommunuskúla frá 2002-2008.

Photo: Bill Justinussen lagtingsmedlem.