Útnorðurráðið

Útnorðurráðið er ein millumtingafelagsskapur, ið umboðar ting Grønlands, Íslands og Føroya. Í ráðnum sita 18 tinglimir, seks úr hvørjum landi. Í tíðarskeiðnum millum ársfundirnar verður ráðið stýrt av formansskapinum, ið hevur ein tinglim úr hvørjum landi. Hvørt ár skiftir formansskapurin landanna millum. Eisini kann ráðið seta nevndir at arbeiða við serstøkum málum.

Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. september 1985. Ráðið fekk eina umsiting í 1997, sum síðani hevur hildið til í skrivstovuhølum hjá Altinginum í Reykjavík. Aðalskrivarin í Útnorðurráðnum stendur fyri dagliga arbeiðinum. 

Útnorðurráðið hittist regluliga tvær ferðir um árið; til ársfundin, ið vanliga verður hildin um mánaðarskiftið august/september og til evnisráðstevnuna, ið vanliga er síðst í januar. Limalondini skiftast um at halda hesi tiltøk; fylgt verður fastari fundarskrá. 

Ársfundurin er hægsti myndugleiki hjá Útnorðurráðnum. Á ársfundinum verða vald formansskapur og formaður, ið sita til næsta ársfund. Á ársfundum ber til at kjakast um eitthvørt, ið kann vera viðkomandi fyri samstarvið millum tey trý londini í útnorði. Á ársfundinum kann Útnorðurráðið samtykkja tilráðingar ætlaðar einum ella fleiri av teimum trimum londunum. 

Hvørt ár leggur Útnorðurráðið høvuðsdentin á eitt fokusøki, sum virksemi ráðsins úteftir síðan verður lagað eftir. Fokusøkið er evnið á stóru árligu evnisráðstevnuni hjá Útnorðurráðnum, sum limalondini skiftast um at halda. Á evnisráðstevnuni eru fyrilestrar við leiðandi granskarum, mentafólki og øðrum. Tey halda fyrilestrar um evnið á ráðstevnuni, og harnæst byrjar orðaskifti. Evnisráðstevnurnar eru opnar fyri almenninginum. 

Útnorðurráðið er virkið í altjóða arbeiði. Ráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum og í Arktisku Tingnevndini (SCPAR). Útnorðurráðið hevur tætt samstarv við Norðurlandaráðið og hittist eina ferð um árið til fund við DEEA-nevndina hjá ES-tinginum. Limirnir í Útnorðurráðnum luttaka eisini í Northern Dimension; eini tingráðstevnu, ið verður hildin annað hvørt ár. Somuleiðis tekur Útnorðurráðið virknan lut í Arctic Circle-fundum. 

Harumframt hevur Útnorðurráðið tætt samstarv við tingini og stjórnirnar í teimum trimum útnorðurlondunum, við Norrønt Atlantssamstarv (NORA) og við Útnorðurgrunnin.

Annað hvørt ár letur Útnorðurráðið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn ráðsins fyri at stimbra barna- og ungdómsbókmentir í útnorði. Ráðið setir staðbundnar faknevndir við trimum limum í hvørjum landi. Faknevndirnar tilnevna eina bók hvør. Dómsnevndin velur burtur úr tilnevndu verkunum frá teimum trimum londunum. Vinnarin av virðislønini fær eina peningaupphædd áljóðandi 60.000 DKK.

Formansskapur Útnorðurráðsins

Arbeiði Ráðsins verður fyriskipað og leitt av formansskapinum, sum er ráðsformaðurin og ein limur úr hvørjari av hinum báðum sendinevndunum.


Føroyska sendinevndin

Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av Føroya løgtingi.

Jørgen Niclasen
Formaður
Fólkaflokkurin
jorgenn@logting.fo

Sámal Petur í Grund
Næstformaður
Sjálvstýri
Samalpg@logting.fo
Ruth Vang
Framsókn
ruthv@logting.fo

Bjarni Hammer
Javnaðarflokkurin
bjarnih@logting.fo
Súsanna Bertholdsen
Javnaðarflokkurin
susannab@logting.fo
Hermann Samuelsen
Sambandsflokkurin
Hermanns@logting.fo

Varalimir
  • Kristian Krog Hentze, Fólkaflokkurin
  • Jenis av Rana, Miðflokkurin
  • Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
  • Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
  • Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
  • Magni Højgaard, Sambandsflokkurin


Grønlendska sendinevndin

Grønlendska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av grønlendska landstinginum.
Grønlendsku limir Útnorðurráðsins eru:

Pipaluk Lynge
Forkvinna
Inuit Ataqatigiit
pilyng@inatsisartut.gl
Kuno Fencker
Næstformaður
Naleraq
kufen@inatsisartut.gl
Margrethe Thårup Andersen
Demokraatit
matha@inatsisartut.gl
Bentiaraq Ottosen
Atassut
bentio@inatsisartut.gl

Mette Arqe-Hammeken
Naleraq
mettah@inatsisartut.gl
Bo Martinsen
Demokraatit
bmart@inatsisartut.gl

Varalimir
  • Gerth Mikaelsen, Naleraq
  • Isak Johannessen, Naleraq
  • Justus Hansen, Demokraatit
  • Napaartoq Isak Petrussen, Demokraatit
  • Nivi Rosing, Inuit Ataqatigiit
  • Aqallu C. Jerimiassen, Atassut

Íslandska sendinevndin

Íslendska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av Íslendska Altinginum. Íslendsku limirnir í Útnorðurráðnum:

Jón Gnarr
Formaður
jon.gnarr@althingi.is
Viðreisn

Ingibjörg Davíðsdóttir
Næstformaður
ingibjorg.davidsdottir@althingi.is
Miðflokkurinn
Ása Berglind Hjálmarsdóttir
asa.berglind.hjalmarsdottir@althingi.is
Samfylkingin

Guðrún Hafsteinsdóttir
gudrun.hafsteinsdottir@althingi.is
Sjálfstæðisflokkruinnn

Sigurjón Þórðarson
sigurjon.thordarson@althingi.is
Flokkur fólksins


Guðlaugur Þór Þórðarson
gudlaugur.thor.thordarson@althingi.is
Sjálfstæðisflokkurinn
Varalimir
  • Diljá Mist Einarsdóttir, Sjálfstæðisflokkurinn
  • Eiríkur Björn Björgvinsson, Viðreisn
  • Guðmundur Ari Sigurjónsson, Samfylkingin
  • Jón Gunnarsson, Sjálfstæðisflokkurinn
  • Karl Gauti Hjaltason, Miðflokkurinn
  • Kolbrún Áslaugar Baldursdóttir, Flokkur fólksins