Samanroknaði eru Útnorðurlondini av sonnum eitt sera stórt landafrøðiligt øki. Minsta Útnorðurlandið, Føroyar, eru einans knappar 1.400 km2 til støddar, men um havøkið verður roknað við, so fer støddin at tátta í 30.000 km2. Havið er fyri Útnorðurlond hvat skógur og akrar eru fyri onnur lond.
Føroyar og Ísland vórðu bygdar frá uml. ár 800 av norskum víkingum, meðan fyri Grønlands viðkomandi gongur søgan meira enn 5000 år aftur í tíðina. Umleið ár 982 komu norðbúgvar eisini til Grønlands, har teir búu í nærum 500 ár.
Í nýggjari tíð hevur nógv samband verið millum útnorðurlondini, serliga á fiskivinnuøkinum. Livikorini í hesum trimum londunum hava verið treytaði av smáum, avbyrgdum samfeløgum, sum liggja spjødd yvir stór landaøki. Londini eru soleiðis knýtt saman av søguligum og mentanarligum felagseyðkennum umframt nátturuligu og búskaparligu fyritreytunum.
Serligu mentanarligu og landafrøðiligu umstøðurnar hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi vórðu umrødd politiskt tíðliga í 1980unum. Útnorðurlondini samdust um at skipa seg í ein tingmannafelagsskap. Setningurin skuldi vera samstarv um felags mál umframt í felag at skipa fyri góðum samstarvi við Norðurlandaráðið og aðrar felagsskapir og stovnar um útnorðurviðurskifti..
Tingmannaráð Útnorðurs varð soleiðis stovnað í 1985.
Í 1997 varð navnið broytt til Útnorðurráðið. Hetta varð gjørt, tá tingini í útnorði samtyktu núverandi sáttmálaskjalið (Charter FO ( 31 KB), samstundis sum nýggja starvsskipanin (forretningsorden DK) varð samtykt av ársfundinum sama árið.
Føroya Løgting, Íslendska Altingið og Grønlendska Landstingið velja 6 umboð hvør til Útnorúrráðið, t.v.s. 18 limir íalt. Limirnir vera valdir eftir partapolitiskum lutfalli, ella sambært galdandi reglur, ið limalandið annars hevur.
Ársfundurin er hægsti myndugleiki Ráðsins, meðan vanliga arbeiðið verður skipað og útint av formansskapinum. Í formansskapinum eru ein limur úr hvørjum landi skipaðir við formanni og tveimum næstformonnum. Formanskapurin skiftir á hvørjum ári.
Virksemi Ráðsins verður framt við tilráðingum, sum verða sendar tingunum í limalondunum. Tá hesar eru samtyktar, verða tær lagdar til viðkomandi landsstýrismann at seta í verk.